Í góðveðrinum í gjár blivu disc golf kurvarnar settar upp aftur, eftir at hava tiknar niður í vetur. Sostatt er
tað aftur møguleiki hjá áhugaðum at spæla disc golf í Vági.
Tað var í august í fjør, at eitt nýtt frítíðartilboð lat upp í Vági. Talan var um eitt disc golf økið vesturi á
Eiðinum, kring ítróttarøkið hjá Vágs Kommunu. Frítíðartilboðið fekk góða móttøku og varð væl vitja teir tríggjar mánaðirnar, sum tað var opið. Yvir 150 fólk læntu diskar frá stigtakaranum og fóru at royndu disc golf. Tað komu eisini spælarar úr Norra, Onglandi og USA til Vágs at royna disc golf økið.
Frítíðartilboðið lat aftur um miðjan oktober. Hetta var fyri at verja kurvarnar í móti vetrinum. Men nú okur
fara í móti lýggjari og ljósari tíðum, so er passaligt at fáa kurvarnar upp aftur og geva fólki aftur møguleikan at royna disc golf.
Spæl disc golf
Disc golf økið hevur 18 vallir, sum fólk kunnu spæla. Sjálvt disc golf verður spælt sum traditionelt golf, tó
at spælt verður við diskum og kurvum. Tað er ókeypis at spæla á økinum og um ein ikki eigur diskar, so ber til at lána diskar í Miðlatúni í Vági. Tað verður tikið eitt depositum fyri læntu diskarnar og hetta depositum verður latið aftur, tá diskarnir eru avleveraðir.
Fylgið við
Til ber at fylgja við á Facebook og Instagram vangunum. Og nærri kunning er á hesi heimasíðu.
Facebook viðmerkingar