Fríggjadagin 12. og leygardagin 13. mai verður møguleiki at læra at seyma sjúrt til Føroyska búnan. Anja, id undirvísur í hondarbeiði og veving í kvøldskúlanum, hevur skeiðið. Skeiðið er fyri roynd og óroynd – krav er ikki at luttakarar hava roynt áður at seyma sjúrt. Víðvíkjandi tí praktiska, so eru nøkur ting, sum man skal hava víð: Seymimaskinu, tráð, lasting (fast svart toy), skjúrtatoy, hektir, slitband til skjúrti.
Skeiðið er í FabLab og fríggjadagin er tað frá 17.00-21.00 og leygardagin frá 10.00-17.00. Kostnaður er 450kr íroknað kaffi, te, kaku, frukt. tað verður viðmælt, at luttakarar hava matpakka.
Tilmelding á kvoldskulin@vagur.fo og freistin er 8. mai 2023.
Facebook viðmerkingar