Fyrilestur: Staðbundin matur eftir árstíð

Í 2019 tók Sunniva G. Mortensen stig til at stovna Matkovan, hvørs endamál er at fremja ein staðbundna og burðardygga matmentan í Føroyum. Matkovin skipar fyri verkstovum og tiltøkum innan burðardygga matgerð, umframt at menna tilfar og ráðgeva um matframleiðslu og -mentan í Føroyum. Meira kann lesast um Matkovan á www.matkovin.fo.

Leygardagin, 22.apríl, klokkan 13.00 í Miðlatúni fer Sunniva at hugleiða um staðbundnan og burðardyggan mat eftir árstíð í Føroyum, og høvið verður at keypa nýggja, føroyska matkalendaran hjá Matkovanum og Lena Nicolajsen.

Facebook viðmerkingar