Nú kvøldskúlaárið nærkast endanum, so skipar Vágs kvøldskúli fyri framvísing. Framsýningin verður í Aulini og í fimleikahøllini í Vágs skúla tann 28. apríl millum kl. 14.30 og 17.30. Á framsýningini ber til at síggja, hvat ymsu kvøldskúlaskeiðini, so sum veving, hondarbeiði, seyming og glasslist, hava arbeitt við.
Á degnum faá skeiðsluttakarar, sum hava staðið royndina í dugnaskapið prógv. Umframt framsýning og prógvhandan, so verða framførslur frá Mika Nygaard og hinum í Orkestriðnum í Vági (eitt av kvøldskúlaskeiðunum). Marin H. Gaardlykke, næstforkvinna i Mentamálanevndin, førir fram røðu.
Sum vant, so er lagt upp til eina hugnaliga løtu afturviðeinum kaffimunni.
Facebook viðmerkingar