Verkstova: Títt innara listafólk

9. mai skipar Vágs kvøldskúli fyri verkstovu saman við Guðrið Patursson. Verkstovan nevnist Títt innara listafólk og møtt verður eina fer um vikuna í 4 vikur.

Um verkstovuna skrivar kvøldskúlin;

Kom við á eina kreativa ferð at finna títt innara listafólk, og enda við einum verki í tínum heilt egna stíli!

Fyrsta verkstovan verður klokkan 16.00 tann 9. mai og verkstovan endar klokkan 19.00. Tíðspunktini til hini kvøldini verða avtalaði við luttakararnar.

  • Undirvísari: Guðrið Patursson
  • Aldursmark: 13 ár og eldri
  • Prísur: 400 (við tilfari)
  • Tilmelding: skriva navn og aldur til fablab@vagur.fo

Facebook viðmerkingar