Um 15 tíðina í gjár legði skúlaskipið Georg Stage at á Vágs Havn.
Vakra skúlaskipið Georg Stage vitjar Vág, umborð eru 60 næmingar og manningin telur 10. Georg Stage hevur verið í Bergen og Stornoway, og kemur at liggja her í Vági til leygardagin.
Í samband við vitjanina, so verður opið skip í dag, fríggjadag, millum klokkan 18.00 og 20.00. Øll er hjartaliga vælkomin umborð.
Facebook viðmerkingar