Leygardagin 1. Juli verður Bygma Sunnasta Hálvmaraton fyri sættu ferð. Tiltakið hevur verið eitt av størru afturvendandi ítróttartiltøkunum í Suðuroynni tey seinastu árini. Teinur og tíð á árinum hava verið ymisk frá ár til ár.
Teinurin í ár verður tann sami, sum í fjør, har byrjað verður við minnisvarðan í Porkeri. Runnið verður gjøgnum Vág, Lopra, út á Akrar, og heima aftur til Vágs, har mállinjan verður á Eiðinum í Vági við 21,16 km.
Eins og í fjør verður møguleiki at ganga/renna ein tein á 10 km, har øll tey luttakandi fylgjast nakað inn um SEV-verkið í Vági, og tey sum ætla sær 10 km, venda og halda leiðina vestur á Eiði til mállinjuna.
Byrjað verður kl. 13.00, har gongufólk og rennarar fara avstað í senn.
Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 400, og íroknað prísin er bussur frá VB húsinum til startlinjuna í Porkeri, okkurt lætt til matna í VB húsinum eftir at teinurin er runnin, heiðursmerki og ein flott t-shirt. Seinasta freist at melda til tiltakið og ogna sær eina t-shirt er leygardagin 3. juni 2023
Tekning til hálvmaraton kann gerast her.
Fyrireikarnir vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár sum undanfarin ár. Nevndin í Hvistuni sera takksom fyri at Bygma Balslev hevur valt at verða høvuðsstuðul til tiltakið, sum tí ber heitið Bygma Sunnasta Hálvmaraton.
NB: Tiltakið er flutt frá sunnudegnum 2. juli, tí mett verður at tíðin fyri at gjøgnumføra tiltakið er ov stutt hjá teimum, sum skulu norður aftur við Smyril.
Facebook viðmerkingar