Hvørjar visjónir hevur Tvøroyrar kommuna fyri ein miðsavnandi miðbý 20 til 50 ár fram í tíðina, nú eitt einmælt býráð hevur samtykt, at broyta byggisamtyktina við tí fyri eyga, at Varðin Pelagic skal sleppa at byggja eina mjølfabrikk undir Heygnum á Tvøroyri? Hvør situr eftir við ábyrgdini av ampunum, sum borgarar í Tvøroyrar kommunu skulu liva við? Hvar kunnu borgarar í framtíðini kæra um ampar so sum lukt, dust, dálking á sjógvi, óljóð og ljósdálking?
Borgarafundurin hjá Varðanum Pelagic og Tvøroyrar kommunu
Til nógv umrødda borgarafundin í Salti 24. januar 2023 var eitt lagatyssi av serfrøðingum komið úr Norðanlondum og aðrastaðni í Føroyum at greiða frá um verkætlanina hjá Varðanum Pelagic um at gera eina protein- og lýsiverksmiðju. Millum annað varð greitt frá, hvussu eitt nýmótans virki framleiðir proteinir og lýsi uttan lukt, dust og óljóð í nærumhvørvinum. Tað var áhugavert.
99% luktfrítt
Borgarar fingu at vita, at framleiðsluvirkið fer at vera 99% luktfrítt. Sagt varð, at útlátið úr skorsteininum ikki fer at vera heilsuskaðiligt, tí eingi eitrandi gass ella evni eru í tí. Men eingin setti spurnartekin við tað eina prosentið, sum restaði í fyri at blíva 100% luktfrítt. Hvar var kritiska røddin til skorsteinsmannin úr Noregi, um tær avleiðingar, ið mega koma av hesum eina prosentinum? Og hvat hald er í einum slíkum lyfti frá Varðanum Pelagic? Sum nú er, klárar Varðin Pelagic ikki at halda larminum frá sjálvum virkinum innan markvirðini, sum okkara grannalond seta. Sjálvum virkinum. Tá tosa vit ikki um skipini, sum liggja við kai.
Kann 1 prosent av útláti hava avleiðingar fyri borgaran á Tvøroyri?
Í Husøy, sum er eitt havnarøki í Karmøy kommunu í Rogalandi í Noregi, hevur hetta eina prosentið havt stórar avleiðingar. Har liggur spildurnýggja fiskamjøl- og fiskaoljufabrikkin, Karmsund Protein AS, sum byrjaði í 2018. Slagorð teirra er: ”Vi er en av de nyeste, mest moderne og energieffektive fiskemel og fiskeoljefabrikkene i verden!”. Teirra útlátshámark eitur 1 OUE/m3.
Sambært norsku umhvørvislógini skulu virki vera 99% luktfrí. Í praksis merkir hetta, at virkini skulu halda seg undir hámarkið 99% av tíðini um mánaðin, men at tey so eisini kunnu hava eitt lógligt luktútlát yvir hámarkið 1% av tíðini um mánaðin. Tað svarar til, at tey kunnu hava eitt luktútlát, sum er yvir hámarkið, í umleið 7 tímar um mánaðin.
Hámarkið fyri lukt fevnir eisini um skip við vánaligum rávørum, eitt nú tey, sum ikki hava nóg góða køling umborð. Tað eru ikki øll skip, sum klára at levera ynskta feskleikan og harav lukturin. Men hvør heldur eyga við, hvørjir fiskar koma á havnirnar? Hvør stendur á kaiini og avvísir bátar við fiski, sum ikki er nóg feskur?
Karmsund Protein hevur avbjóðingar
Hóast verksmiðjan hevur alt innan nýggjastu tøkni, hevur hon longu havt nógvar ampar við sær fyri borgarar í nærumhvørvinum. Og her skal havast í huga, at verksmiðjan liggur á einum ídnaðarøki 600 metrar frá nærmasta granna. Til samanberingar verður skorsteinurin hjá Varðanum Pelagic 25 metrar frá nærmasta granna.
Kæruportalur
Karmøy kommuna hevur gjørt ein portal til borgarar, har tey kunnu kæra um ampar so sum lukt, dust, dálking á sjógvi og óljóð.
Hví man tað vera neyðugt hjá eini kommunu at hava ein kæruportal í sambandi við eina so nýggja og nýmótans proteinverksmiðju, sum er 99% luktfrí?
Á heimasíðuni hjá Karmøy kommunu stendur, at lukturin ikki er beinleiðis heilsuskaðiligur. At eingi eitrandi gass ella evni eru í útlátinum. Men so verður lagt aftrat, at áhaldandi ringur luktur kortini kann hava stóra ávirkan á trivnaðin hjá teimum, ið verða rakt. Tað kann føra til: høvuðpínu, magapínu, vaml, ørilsi og annað. Hesir ampar eru knýttir at strongdini, ið stendst av áhaldandi ringum lukti yvir tíð. Ringur luktur kann sostatt hava neilig árin á heilsuna, uttan at útlátið í sjálvum sær er heilsuskaðiligt.
Hvørjum ampum mugu borgarar í Husøy í Noregi liva við?
Ein borgari, sum hevur búð í Husøy síðan 2009 sigur frá, at í fyrstani luktaði tað sjáldan og talan var ongantíð um dálking. Men síðani kapasiteturin øktist og fleiri skip eru komin, eru umstøðurnar týðiliga broyttar. Annar borgari, ið býr við sjóvarmálan, sær nógva dálking á sjónum uttan fyri húsini. Ein triði granni sigur, at síðani Karmsund Protein kom, hava tey verið plágað av lukti. Í uppstartinum kundi man góðtaka, at tøknin fyrst skuldi tillagast fyri at koma niður á hámarkið. Men sjálvt tá ið hetta var rokkið, merktu tey luktin. Fólk eru noydd at fara inn og lata vindeyguni aftur ella leita sær burtur við at fara biltúrar. Tað er órógvandi og óbehagiligt.
Hvør eigur ábyrgdina?
Størsti trupulleikin er, at eingin vil átaka sær ábyrgdina. Áhugafeløgini hava tosað við bæði ”kommunen, Kystverket, Havnevesenet, Fylkesmannen”, men eingin fær sagt, hvør hevur ábyrgdina av at fyribyrgja dálkingina. Borgarar fingu meldað eitt skip til løgregluna, tí tey fingu videoupptøkur av dálkingini. Men, sum hesin borgarin sigur, kann tað ikki vera meiningin, at borgarar skulu spæla detektivar. Aktørurin, sum skipið lá við kai hjá, fráskrivaði sær alla ábyrgd.
Keldan sigur víðari, at tað er síðani Karmsund Protein kom, at lukturin er øktur. Ørkymlan er vaksandi og styttri er millum kærurnar um lukt, dust, larm, økta ferðslu og sterkt arbeiðsljós, sum ger, at tað ongantíð verður myrkt um kvøldarnar. Tí sóknast borgarar nú eftir eini útgreining av avleiðingum fyri umhvørvið, áðrenn fleiri útbyggingar verða framdar.
Kommunan og virkini ynsktu at lurta og høvdu fund við borgarar um støðuna
Ingolf Knutsen flutti hagar í 1983, tá ið talan var um heimsins friðarligasta stað. Hann býr 600 metrar frá kaianlegginum. Bara í 2018 varð hann noyddur upp um náttina 15 til 20 ferðir vegna larm. Oyðilagdar nætur og eftirfylgjandi dagar farnir í vaskið. Hann hevur roynt at bjálvað sovikamarið 15cm eyka fyri at fáa náttarfrið, men hann má framvegis leggja seg í annað rúm í húsinum.
Morten Strand upplivir øktan lukt. Serliga fínar summardagar, tá ið tað er lítið av vindi. Eisini greiðir hann frá, at Husøyvegurin ikki er gjørdur til 100.000 konteynarar um árið. Hann spyr, hvør hevur ábyrgdina, og leggur dent á, at felagið, hann umboðar, ikki ynskir meira útbygging í Husøy, fyrr enn Husøy fær eina greiða økisætlan og tað er umhvørvisliga forsvarligt, og at tað ikki áhaldandi kemur nýtt virksemi um næturnar, fyrr enn tað kann prógvast, at hædd verður tikin fyri borgarunum.
Fiskafeitt og olja!
Frode Wiksnes hevði framløgu vegna sítt felag og vísti á, at skón legst oman á bilar, hús og vindeygu, hvørs árin á borgarar ikki er kannað. Borgarar mugu vaska bilar og hús fyri egna rokning og skaffa nýggjar vindeygaviskarar fyri egna rokning. Eisini hava tey upplivað, at tjúkt fiskafeitt og fiskaolja leggur seg í økinum. Hetta luktar illa, men rottunum dámar tað væl! Rottutýning mugu borgararnir so eisini gjalda fyri.
Halda áfram við fleiri borgarafundum
Kommunan í Karmøy sigur eftir fundin, at hetta er álvarsamt og at fundur skal haldast saman við øllum aktørum um at finna eina felags loysn. Endamálið við fundinum var nevniliga at fremja dialog og samskifti millum íbúgvar og viðkomandi aktørar og tey ætla at hava fleiri fundir av sama slag.
Hvat ger Tvøroyrar Býráð fyri borgaran á Tvøroyri, sum mótmælir mjølverksmiðjuni í miðbýnum?
Á Tvøroyri eru útlit fyri øktari skipaferðslu, sum skal avloysa tungu bilaferðsluna gjøgnum býin. Aftrat hesum verður býarmyndin prýdd við einum 60 metur høgum skorsteini og stórum goymslutangum.
Hvør skal stýra óljóðinum av skipum? Og so er ikki at gloyma larmin frá tí stóra kókaranum, tá ið hann fer í gongd at kóka fiskin til ”proteinir”. Øll gloyma hann. Okkum tørvar ikki at fara allan vegin til Husøy, men kunnu bara leita til Fuglafjarðar, har grannarnir hjá Havsbrún tíðum verða ristir upp úr svøvni, tá ið kókianleggið tendrar kl. 5 um morgunin og sendir bylgjur undir jørð niðan í húsini við buldur og brak.
Hvussu við okkara reglugerð um útlát? Norska umhvørvislógin er rímiliga strong, men hon loyvir kortini, at virki kunnu hava luktútlát, sum fer yvir hámarkið í 7 tímar hvønn mánað – mest sannlíkt tí at minni enn tað er ógjørligt! Samstundis hava vit í Føroyum onga lóg og einki mark!
Býráðið á Tvøroyri hevur gjørt lítið og einki fyri at lurta eftir borgarum, ið hava mótmælt, men alt fyri at bera so í bandi, at Varðin Pelagic fær byggiloyvi til sína lýsi- og proteinverksmiðju í hjartanum á Tvøroyri.
Eitt einmælt býráð hevur samtykt at broyta byggisamtyktina við tí fyri eyga, at Varðin Pelagic skal sleppa at byggja eina mjølfabrikk undir Heygnum á Tvøroyri.
Í afturskrivi til mótmæli frá bólkinum Livilig kor á Tvøroyri stendur, at “ætlaðu útbyggingarnar eru í natúrligum framhaldi av verandi virkisbygningi og hava stóran týdning fyri verandi virki og kommununa sum heild. Atlitið til hetta verður tí mett at viga tyngri enn atlitið til ávirkan á útsýnið á fjørðin og dámin á kringøkinum, sum frammanundan er ávirkað av at liggja við verandi havnarøki.”
Við øðrum orðum: økið er longu oyðilagt av ídnaði, so frægari er at leggja meira ídnað í økið enn at brúka orku og pening upp á at bøta um skaðan og flyta framtíðar ídnað á annað hóskandi stað.
Við nærmasta granna, sum missir fjøruna framman fyri hús síni, ið liggja beint oman til sjóvarmálan, men sum nú fær ein 60 metur høgan skorstein við høvdalagið, verður sagt, at vinnu- og havnanevndin er samd í niðurstøðuni hjá Melcon ráðgevandi verkfrøðingi um, at broytingin í byggisamtyktini ikki viðførir stórt inntriv í ogn hennara.
Hvørja serfrøði hava verkfrøðingar innan trivnað og lívsgóðsku?
Hvør hevur eftirlit við at lyfti verða hildin?
Hvat ger Tvøroyrar kommuna, tá ið skorsteinurin við sínum eina prosenti av útláti leggur stinkandi skón av fiskafeitti og -olju út yvir býin? Hvat ger Tvøroyrar kommuna, tá ið 8 skip liggja og landa og larma og borgarar ikki fáa náttarfrið? Hvat ger Tvøroyrar kommuna við ljóðdálking, ljósdálking og dust frá avskiping av mjøli, sum sjálvsagt fer at flog, tá tú koyrir leyst í ein bát? Lukt av fiski, sum hevur verri feskleika? Útlát av CO2 og NOX?
Í svarskrivinum stendur eisini, at “yvir tíð má væntast, at havnarøki verða víðkað”. Í hesum umfari er talan um eina víðkan av havnarøkinum á 10% til eina verksmiðju við einum skorsteini og seks goymslutangum. Hevur Tvøroyrar kommuna eina økisætlan fyri, hvussu langt út Varðin sleppur at byggja næstu ferð? Og hvussu nógvir skorsteinar og goymslutangar kunnu “væntast yvir tíð” at prýða miðbýin uppaftur meir?
Hvørjar visjónir hevur Tvøroyrar kommuna fyri ein miðsavnandi miðbý 20 til 50 ár í fram í tíðina?
Livilig Kor á Tvøroyri
Keldutilfar um norsku viðurskiftini: Karmøy kommune – Kommunen som vil at du skal lykkes! (karmoy.kommune.no)
Karmøynytt (karmoynytt.no)
Facebook viðmerkingar