Eins og undanfarin ár, so hevur kommunan hongt Søguslóðir-skeltini upp. Skeltini geva áhugaðum brellbitar úr Vágs søgu – frá síðst í 1800 talinum og fram til 1930’ini. Og til ber at ferðast kring Vág, har skeltini hanga og síggja, hvussu staðið sá út fyrr í tíðini.
Í 2016 gjørdi Vágs Sóknar Bygdasavn eina framsýning um serligar hendingar úr Vágs søgu í millum 1890’unum og til 1930’ini. Framsýningin fevndi um 12 skeltir við teksti og myndum, sum kunnu knýtast at hesum hendingum. Hvørt ár eftir framsýningina, hevur Vágs Kommuna hongt hesi skeltir á støðini, har hendingarnar hoyra til.
Skeltini eru hongd upp ymsa staðni í Vági, har hendingarnar fóru fram. Sostatt ber til hjá áhugaðum, at ferðast runt í Vági og lesa um hendingarnar og síggja, hvussu staði sá út tá í tíðini.
Í Miðlatúni ber til at fáa ein ókeypis faldara um Søguslóðirnar. Í faldaranum sæst yvirlit yvir tær 12 støðini og hvar ein finnur skeltini.
Facebook viðmerkingar