Berin, ein hjálp og stuðul tá ið sorgin rakar
Sorg er tung at bera. Tíbetur er opinleikin um sorg, og hvat tað ger við okkum, størri nú enn fyri fáum árum síðan. Og tíbetur er hjálp og góður stuðul at fáa.
Berin er ein hjálparfelagsskapur, sum hevur 20 ár á baki, og stuðlar børnum og ungum, sum hava mist ella hava álvarsliga sjúk foreldur ella systkin. Eisini foreldur, sum hava mist børn kunnu fáa hjálp hjá Beranum.
Høvuðsendamálið hjá Beranum er at geva børnum og ungum, ið antin hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við onnur í somu støðu.
Berin skipar eisini fyri bólkum fyri foreldur, sum hava mist børn, og veitir umframt bólkasamrøður eisini einstaklinga- og familjusamrøður við sálarfrøðing.
Berin ger ein stórt og umráðandi arbeiðið, og tað var sera áhugavert og upplýsandi at vera á vitjan hjá teimum í gjár.
Í míni tíð sum heilsufrøðingur hevði eg bólkar fyri Beran.
Játtanina til Beran hækkaði við 400 tús. kr. á fíggjarlógini fyri 2023. Tað er gleðiligt tí nógv hava tørv á hjálp.
Facebook viðmerkingar