Fríggjadagin 9.mars hava okur sum nakað nýtt ein TB-limadag við Stórá. Limadagurin verður frá kl 16:00-19:00.
Á limadegnum kunnu øll tey, ið hava hug at spæla fótbólt í ár, melda seg til og avgreiða limagjaldið. Okur hava í ár tikið eina nýggja skipan, Holdsport, í nýtslu í samband við tilmeldingum og limagjøldum. Á hesum degnum ber eisini til at fáa hjálp til at stovna sín Holdsport-brúkara og so framvegis.
16. mars trekkja okur lut um tvey atgongumerkir til næsta landsdyst hjá Føroyum. Lutakastið verður millum allar leikararnar, ið hava goldið limagjaldið.
Okur hava fingið gjørt ein nýggjan TB venjingarbúna, og verður hann at síggja við Stórá. Aftaná verður opið í Sport24 har tað ber til at bíleggja hann.
Øll, ið hava goldið limagjald seinast 16.mars fáa 50 % í avsláttur uppá búnan.
Nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá felagnum, John Petersen, skipar fyri venjing úti á vøllinum, saman við ungdómsvenjarunum í felagnum.
Hvílandi limir
Í fjør vóru tað bert 80 hvílandi limir í felagnum. Ein hvílandi limur, er ein limur, ið ikki er aktivur fótbóltsleikari. Okur vita at nógv fólk, bæði her á staðnum og aðrastaðni, hava stóran áhuga fyri TB, og tí ynskja okur at økja limatali munandi. Tí kunnu øll, ið ynskja at vera limir í felagnum, koma vestur og avgreiða sítt limagjald hendan dagin. Uttan limir, onki felag.
Trekt verður lut, ímillum allar limirnir, ið hava goldið limagjald áðrenn 10.mars, um eitt árskort til allar heimadystirnar hjá TB/FC Suðuroy/Royn í Betri-deildini 2018.
Okkurt stuttligt undirhald verður eisini fyri børnini hendan dagin, umframt at kaffi, te, vafflur og annað gott verður at fáa.
Okur vóna at síggja nógv fólk við Stórá hendan dagin, stór sum smá, ung sum gomul.
Facebook viðmerkingar