Ung í arbeiði 2023

Aftur í ár møguligt hjá ungum ár at vinna sær nakrar krónur, sum ung í arbeiði hjá Vágs Kommunu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.

Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár, áðrenn 26. juni, men má ikki verða fyltur 17 ár áðrenn 7. juli.

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Byrjað verður mánadagin 26. juni. 2022 og arbeitt verður í 2 vikur, 4 tímar um dagin.

Freistin at søkja er fríggjadagin 16. juni kl 15.00.

Áhugaði kunnu melda seg til Ung í arbeiði her.

Um spurningar ella ivamál eru, kann ringast á telefon 66 30 00 ella senda teldupost á vagur@vagur.fo.

Facebook viðmerkingar