VB greiðan sigur á Stíf

Ónskvøldið tók VB ímóti Stíf í Vágs Høll. Talan gjørdist um ein greiðan 28-17 sigur til VB, eftir at tað var 15-7 í hálvleikinum.

VB byrjaði dystin við ferð og legði seg eisini skjótt á odda. Og tá 15 minuttir vóru farnir var VB á odda 8-3. Hendan gongdin helt áfram allan dystin, og endaði dysturin eisini við einum greiðum sigri til VB.

Úrslitið førir við sær, at VB nú hevur styrkt um støðuna á 3. plássi í Hvonndeildini. VB hevur 24 stig, meðan Neistin á 4. plássi hevur 15 stig. Á 2. plássi er Kyndil við 26 stigum, men Kyndil hevur spælt 16 dystir, meðan VB hevur spælt 17 dystir. VÍF er greitt á odda í Hvonndeildini við 31 stigum.

Málskjúttarnir hjá VB ónskvøldið vóru:

Gurið K. Augustinussen: 9 mál
Barbara K. Hjelm: 6 mál
Rúna M. Jacobsen: 3 mál
Agnes Fallesen, Bára K. Mortensen, Laila Jesperesen, Durita K. Hjelm: 2 mál
Christina Holm, Rannvá Johannesen, 1 mál

Facebook viðmerkingar