Meðan vit í Føroyum hava bústaðartrot, verða ukrainskir bústaðir bumbaðir. Meðan vit í Føroyum menna samferðslukervi, verða ukrainskir vegir oyðilagdir. Meðan vit í Føroyum byggja nýmótans sjúkrahús, verða ukrainsk sjúkrahús álopin. Tað er eingin ivi um, at vit hava avbjóðingar í Føroyum, sum vit mugu loysa. Tó kunnu okkara avbjóðingar aldrin samanberast við tað, Ukraina stríðist við í løtuni.
Í dag hitti eg Volodymyr Zelenskyj, ukrainska forsetan, sum er vorðin ímyndin av stríðnum millum tað góða og tað ónda. Ímyndin av styrki og móti. Ímyndin av stríðnum fyri frælsi og friði. Eg fekk stutt høvi at greiða Zelenskyj frá, hvat vit í Føroyum hava gjørt fyri at sýna stuðul til tað ukrainska fólkið. Eg greiddi honum frá, at vit standa saman við teimum í stríðnum um frælsi.
“Heldur missa eitt sindur av pengum enn at missa andlit”, segði Zelenskyj í røðu síni í gjár í samband við at Danmark letur Ukraina stríðsflogfør. Hesum taki eg undir við.
Tað er mín innarliga vón, at friður skjótt skal verða aftur í Ukraina.
Aksel V. Johannesen
Facebook viðmerkingar