Leygardagin og sunnudagin eru dystir í 2. deild og Betrideildini og harumframt eru fleiri dystir og kappingar í yngru árgangunum.
Leygardagin kl. 13 tekur 2. deildarliðið hjá FC Suðuroy ímóti Víkingi á Eiðinum í Vági. 3. deild hjá FC Suðuroy og Víkingi skuldu eisini spæla leygardagin, men Víkingur hevur boðað frá, at teir ikki møta.
Í Betrideildini spæla TB og B36 við Stórá sunnudagin, tann dysturin byrjar kl. 15.
Facebook viðmerkingar