Týsdagin 29/08, fekk Brimil boð um at Fram hevði trupulleikar, og tørvaði sleip til lands.
Fram var ávegis inn av makrelfeltinum í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, tá teir fingu trupulleikar.
Brimil kom til Fram mikumorgun 30/08, og byrjaði at sleipa ímóti landi.
Skipini komu á Fuglafjørð, har Fram skal landa, 31/08 kl. 01:00.
Teinurin at sleipa var 210 fjórðingar, so her var talan um eitt av teimum longru sleipunum hjá Brimli.
Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson tikið
Facebook viðmerkingar