Námsfrøðingur til Vágs Skúla

Vágs Skúli søkir eftir námsfrøðingi/stuðli í tíðaravmarkað starv í sertilboð okkara Lonin.

Hetta starvið hevur lønarbrøk 0,85

Søkt verður eftir starvsfólki, sum: 

Skal verða við til byggja upp tilboð til næmingar, sum hava tørv á einum øðrvísi skúlatilboðið

Umframt at tú
– er samstarvs- og virkisfús-/ur,  
– er fyrikomandi og løtt/lættur at koma á tal við  
– er sinnað/-ur at taka á teg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur  
– leggur dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.  
– dugir væl at samstarva. 

Førleikakrøv – námsfrøðingar
Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar, ella royndir innan skúlaøki/serøki.

Lønar- og setanartreytir – námsfrøðingar/stuðlar

Starvið sum námsfrøðingur/stuðul er sáttmálasett, og verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. 
 
Barnaváttan krevst.

Umsóknir  
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 21. sept. 2023 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til: 
 
Vágs Skúli
Vágsvegur 32 
FO-900 Vágur

Ella í teldubrævi til: john.henrik.holm@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan og starvið á heimasíðu okkara ella við at venda sær til skúlastjóran, John Henrik Holm tlf. 239330 ella til varastjóran, Anita Nysted tlf. 239334 
 
Í Vágs Skúla ganga skúlaárið 2023/24 umleið 230 næmingar í 1.-10.flokki. 
Í skúlanum arbeiða 35-40 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørður.

Facebook viðmerkingar