Í dag fingu 4 mans, umboðandi felags tilbúgvingina í Fámjin, Hvalba og Tvøroyri, prógv fyri, at teir eru útbúnir sløkkiliðsmenn, á Føroya Brandskúla við Áir.
Hesir hava verið á skeið í 14 dagar, har teir eru slopnir at royna seg innan allar hugsandi støður ein kann koma í, tá eldur er í. Eisini hava teir havt drúgvar, ástøðiligar royndir.
Teir vóru allir á einum máli um, at hetta var eitt sera gevandi skeið og hevur verið við til at menna teir sum sløkkiliðsmenn. 14 dagar ljóða kanska ikki av so nógvum, men tað hevur verið ein stór og spennandi avbjóðing, ið ikki minst hevur sett krøv til tað kropsligu orkuna hjá monnunum.
Átaksleiðarin í Tvøroyrar kommunu, Anfinn Hammerfoss Leo, sigur, at miðað verður fram ímóti, at komandi ár hava øll sløkkiliðsfólk í sløkkiliðnum staðið læruríka skeiðið.
14 sløkkiliðsfólk eru á Tvøroyri, 6 í Hvalba og 5 úr Fámjin. Hesi hava ábyrgdina av sløkkiliðnum í norðaru helvtini av oynni.
Facebook viðmerkingar