1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,1%.
Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og seinasta árið kom árligi vøksturin upp á 1,2% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðar. Um hugt verður nærri at samansetingini í fólkavøkstrinum sæst, at býtið millum ríkisborgaraskapirnar er broytt. Meðan tað áður fyrst og fremst hava verið danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum, hevur nú meginparturin av teimum, sum leggjast aftur í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan.
Facebook viðmerkingar