”Skip tey stevndu út og onnur stevndu inn, men tað vóru aldri fólk sum Kalli, ið sóu vinningin”. Tað eru 45 ár síðani, at Kári P skrivaði um lossingarmannin, Kalla, og hóast nógv framstig eru hend, er sangurin um Kalla Katt framvegis aktuellur.
Hvør er arbeiðarin í dag? Og hvussu eru arbeiðsumstøðurnar og livikorini hjá arbeiðsfólki í Føroyum? Hesar spurningar reisir Javnaðarflokkurin, tá bjóðað verður til alment tiltak í Suðuroynni mánakvøldið 18/9 kl 19.00.
Luttakarar á tiltakinum eru:
- Suðuroyar Sparikassi, Søren Bruun: ”At fáa lán, tá inntøkan er óstøðug”
- ALS, Páll Oddur Rubeksen: ”Fiskavirkisskipanin – ein nógv brúkt skipan í Suðuroy”
- Fólkaheilsustýrið, Monika Mohr: ”Arbeiðslív og sálarheilsa”
- Føroya Arbeiðarafelag, Monika Nolsøe Johannesen: ”Kropsligt slit hjá arbeiðsfólki”
- Samtak, Sonja Jógvansdóttir: ”Arbeiðarar, rættindi og (mis)munur”
- Vinnuhúsið luttekur eisini.
Orðstýrari verður Súsanna Bertholdsen.
Undir tiltakinum spælir Eyðun Nolsøe nøkur løg. Kaffi og køka verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar