Haldið heystfrí í Páls Høll

Baðilandið í Vági er upplagda staðið í heystfrítíðini. Her kanst tú hugna og stuttleika tær í svimjihylunum, í vatnrutsjubananum, í saunaunum og í hitapottunum. Og í samband við heystfrítíðina, so verða nýggju baðidjórini í hylunum hvønn dag.

Um tú vilt forkela tjeg aftaná, at tú hevur svomið (ella áðrenn um hugur er til tess), so kanst tú keypa ís og ymist leskandi í móttøkuni. Alla heystfrítíðina bjóðar Páls Høll vitjandi ein Heimís og kaffi ella Kirvi fyri 20 krónur.

Páls Høll hevur víðkaðar upplatingartíðir alla heystfrítíðina. Víðkaðu upplatingartíðirnar kunnu síggjast her.

Facebook viðmerkingar