Vágs Kommunu søkir eftir námsfrøðingum at starvast millum 20 – 35 tímar um vikuna, at byrja skjótast tilber.
Eikilund, Sóljan, Frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda dagstovnaøkið, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.
Okur vænta, at tú:
- kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
- er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
- tekur ábyrgd og setur tær mál
- leggur stóran dent á at skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
- ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður sent til vagur@vagur.fo ella til Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur. Meira fast at vita um størvini við at venda sær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara, á telefon 73 30 08 ella umvegis teldupost petry@vagur.fo.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. oktober 2023 klokkan 12.00.
Facebook viðmerkingar