
Klokkan 15 í dag spælir 2. deildarliðið hjá FC Suðuroy ímóti AB á Argjum. FC Suðuroy hevur longu tryggjað sær uppflyting í 1. deild, men dysturin inni í Vika í dag er avgerandi fyri hvør vinnur 2. deild.
FC Suðuroy er fremst við 49 stigum og NSÍ, sum eisini hevur tryggjað sær uppflyting, er nr. 2 við 46 stigum. FC Suðuroy hevur væl betri málmun (+20), so ein sigur ímóti AB á Argjum í dag tryggjar FC Suðuroy 1. pláss í 2. deild.
Stroymt verður frá dystinum, sum byrjar kl. 15. Leinkja er niðanfyri.
Facebook viðmerkingar