Okur siga ja til Marghøll og virkisætlanir á Innaru Oyrunum

Vísandi til kjakið um Marghøllina og ætlanirnar at byggja pelagiskt virki inni á Oyrunum, vilja okur á Lista E koma við hesari fráboðan og viðmerkingum.

Fyrst av øllum heilsa okur ætlanunum um at byggja eitt pelagiskt virki inni á Oyrunum hjartaliga vælkomnum.

Í mong ár hava okur droymt um slíkar ætlanir í Vági, so sjálvsagt eru okur eisini ovurfegin.

Tá tað er sagt, so vilja okur eisini varðveita Marghøllina har hon er í dag, tí okur duga ikki at síggja fyri okum, at høllin verður sett upp aftur aðrastaðni í Vági. Orsøkin er heilt einfalt tann, at okur hava ikki pláss aðrastaðni.

Ikki tykkum at siga hevur hetta málið verið sera trupult at viðgera. Einamest tí okur ikki hava fingið neyðugu upplýsingarnar at taka støðu út frá. Hetta ger tað sjálvsagt øgiliga trupult, tí okur ynskja bæði.

Tilgongdin í málinum

Ein og hvør kommuna eigur at arbeiða skynsamt og konstruktivt tá slíkar verkætlanir stinga seg upp.

Tað er avgerandi fyri at tingini, Marghøllin og virkið, ikki verða sett upp móti hvørjum øðrum. Hetta setur eisini borgarar upp ímóti hvørjum øðrum, og tað halda okur vera sera keðiligt, fyri ikki at siga púra óneyðugt.

Okur halda eisini at kommunan eigur at kunna borgarin um, hvat ein slík ætlan inniber, ístaðin fyri at alt bara verður til gitingar og íspunnar søgur, og sum áður nevnt, at ting verða sett upp ímóti hvørjum øðrum.

Listi E frætti onki um hesa verkætlanina fyrr enn á býráðsfundinum tann 28. august 2023.

Síðan tá hava okur roynt at fingið svar uppá nakrar spurningar, men hetta hevur ikki eydnast enn.

Tó fingu okur eitt sindur av innliti í ætlanirnar á einum kunnandi fundi fyri býráðslimum, men sjálvt um fundurin var bæði góður og siðiligur, so stóðu okur eftir við einari keðiligari kenslu.

Tí veruleikin er tann, at hetta felag kom til Vágs undir villleiðandi upplýsingum viðvíkjandi Marghøllini.

Tað hevur ongantíð verið umrøtt í Vágs býráð, sum okur vita um, at Marghøllin skuldi takast niður, ella at flyta hana. Hví, og hvussu hetta felag hevði ta fatanina, kunnu okur bara gera okum gitingar um.

Tí kallaðu okur inn til fund í býráðnum leygardagin 17. septembur 2023, fyri at fáa eina greiðari fatan av, hvussu “landi lá”.

Har løgdu okur eisini fram uppskot um, hvussu allir partar í málinum kundu halda ótarnaðir fram við prosjektinum, og hvussu okur framhaldandi kunnu hava Marghøllina har hon er í dag.

Eitt virkið av hesum slag hevur sjálvsagt brúk fyri einari atløgubryggju, og sum flestu okra vita krevur tað stórar mongdir av tilfari at fylla upp og gera klárt til at byggja sjálvan bryggjukantin.

Á fundinum løgdu okur dent á júst hetta, og okra útrokningar av grótmongd vm. vístu beinanvegin, at tað er neyðugt at sprongja eystureftir frá verandi “hyllum”, um man skal gera sær nakrar tankar um at byggja fíggjarliga skynsamt.

Okra greiða fatan eftir hendan fundin var, at øll tóku undir við uppskotinum. Borgarstjórin við umsiting settu seg síðani í samband við allar partar í málinum, og frætta okur nú at tað hevur borið á mál.

Okur gleðast um at tað varð lurtað eftir okum tá, og at eitt samt býráð í kvøld kundi bjóða umsøkjaranum at byggja eystanfyri Marghøllina. Sum skilst byrjar tann tilgongdin beinanvegin.

Síðani er bert eftir at bíða til dúkurin verður lagdur á aftur Marghøllina, og at arbeiði við hesum spennandi virkinum á Innaru Oyrunum verður veruleiki.

– Listi E í Vágs Býráð

Facebook viðmerkingar