Listaframsýning í Vágs skúla

Síðstu 3 vikurnar, hava næmingar í 2. og 7. flokki í Vágs skúla luttikið í listaverkstovunum, ið kallast Tíðin millum okkum. Hesar listaverkstovur eru partar av stór listaverkætlanini Community Art, sum er í Vági. Til ber at lesa meira um Community art listaverkætlanina her og í kvøldskúlablaðnum Eftirgróður.

2. flokkur hevur verið á “slow adventure” í plantaguni, har næmingarnir sluppu at útforska plantaguna við at gera ymiskar kreativar uppgávur og eksperimentala list. Næmingar í 7. flokki hava arbeitt í FabLab, har tey hava sniðgjørt persónlig skeltir, sum siga eina søgu um vágsbygd og fagnar lívliga og fjøltáttaðu bygdina.

Framsýningin er í auluni í Vágs skúla ónsdagin, 4. oktobur, klokkan 12.30 til 13.30.

Vitji SEV-húsið

Møguleiki er eisini at síggja partar av framsýningini og partar av arbeiðinum frá verkstovunum í SEV-húsinum mánakvøldið. SEV-húsið er opið í samband við ABC rørslutiltakið Run on wine. Tiltakið byrjar klokkan 19.00 og SEV-húsið er opið til umleið 20.00.

Niðanfyri eru myndir.

Facebook viðmerkingar