Tann 1. januar 2024 kunnu fólkapensjónistar hava hægri inntøkur, áðrenn pensjónin byrjar at lækka.
Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 kr. um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini. Landsstýrið hevur tikið avgerð um, at upphæddin frameftir skal vera 61.900 kr., sum er sama upphædd, ið var galdandi áðrenn 2020. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur borið Løgtingum eitt uppskot, sum fer at bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá m.a. fólkapensjónistum á arbeiðsmarknaðinum.
Broytingin fer at hava við sær, at fólkapensjónistar, sum arbeiða, og fólkapensjónistar, ið hava privatar pensjónir, fara at fáa hægri fólkapensjón. Tað verða áleið 2 til 3.000 pensjónistar, ið fara at fáa ágóðan av broytingini, harav tey flestu fara at fáa umleið 3 – 4.000 kr. meira um árið í fólkapensjón.
Samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða reglurnar um mótrokning hjá fólkapensjónistum, og fyrsta stigið er at bakka við broytingini, sum varð framd fyri trimum árum síðani, tá markið varð lækkað úr 61.900 kr. til 45.000 kr.
Facebook viðmerkingar