Páls Høll søkir eftir tær, ið vil hava parttíðarstarv sum lívbjargari í Páls Høll. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av trygd, reingerð og kundarøkt. Tú kemur at hava fastar vaktir annaðhvørt vikuskifti – leygardag 11:30 til 18:30 og sunnudag 8:00 til 11:00 og 14:00 til 17:30. Møguleiki er eisini fyri meirarbeiði eftir nærri avtalu við hallarleiðaran.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- standa fyri trygdini í hylinum
- reingerð av Páls Høll
- avgreiðslu av viðskiftafólki
- fyrireika ymisk tiltøk í Páls Høll
Okur vænta, at tú:
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- dugur væl at samstarva, men kann arbeiða sjálvstøðug/t
- vísur arbeiðssemi og nærlagni
- hevur hug og hegni at samskifta og vegleiða viðskiftafólki
- hevur góðar telduførleikar
- dugur at halda gott reinføri
Harumframt skalt tú duga væl at svimja og skal kunna standa lívbjargararoyndina.
Okur ynskja, at tú kanst byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur staðið lívbjargararoyndina, hevur royndir innan reingerð og aðrar royndir frá líknandi arbeiði.
Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt í lønarflokkið 2 í sáttmálað millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, og liggur tímalønin á áleið 200,00 kr. íroknað vaktargjøld.
Umsókn og spurningar
Tú kanst senda umsókn og avrit av lívrensli og viðkomandi prógvum til vagur@vagur.fo. Freistin er tórsdagin 19. Oktober 2023 klokkan 12.00.
Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Jens Petur Brattalíð, hallarleiðari, á telefon 28 50 00 ella Petry H. Mortensen, býráðsskrivara, á telefon 73 30 08.
Facebook viðmerkingar