ÚTSETT: Bókaframløga av bókini ROBERT

Tiltakið er útsett til leygardagin 11. novembur 2023, klokkan 11.00-13.00

——–

Mánadagin 30. oktobur verður útgávutiltak í Miðlatúni, har bókin “Robert” verður løgd fram.
Hetta er lívssøgan hjá Robert Mc.Birnie, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað í tøttum samstarvi við Robert.
Teir verða báðir at hitta í Miðlatúni henda dagin frá klokkan 15.00 til 17.30, har tað sjálvandi eisini ber til at fáa bøkur signeraðar.
Møguleiki verður at ogna sær eitt eintak av bókini fyri serprís, 300 krónur.

Facebook viðmerkingar