Sálarfrøðing í farloyvisstarv til Suðuroyar barnaverndartænastu

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan frá 01. januar 2024 til 31. desembur 2024. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.

Arbeiðsøki

Suðuroyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar 7 kommunurnar í oynni og er staðsett á Tvøroyri og starvssstaði er á Tvøroyri. Samstarvið fevnir um á leið 4613 fólk.

Sum sálarfrøðingur á Suðuroyar Barnaverndartænastu kemur tú í tøttum samstarvi at arbeiða saman við trimum sosialráðgevum, námfrøðiligum ráðgeva, skrivstovufólk/móttøkufólk umframt leiðara.

Arbeiðsuppgávur

  • · Samrøður við børn, ung og foreldur
  • · Viðger av børnum, ungum og familjum
  • · Kanningar av børnum og ungum
  • · Supervisión og faklig sparring

Vit ynskja okkum starvsfólk sum

  • · Hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • · Eru álítandi og arbeiðssom
  • · Tola at arbeiða undir trýsti
  • · Kunnu arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv

  • · Útbúgvin sálarfrøðingur við autorisatión. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

Vit kunnu bjóða

  • · Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • · Fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá hinum barnaverndartænastunum og Barnaverndarstovu Føroya
  • · Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Løn og setanarviðurskifti

Løn- og setanarviðurskifti eftir sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Finnsdóttir, leiðari á Suðuroyar Barnaverndartænastu á 288085 ella t-post jonleyge@tvoroyri.fo

Umsóknarfreist:

Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. novembur kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast til Suðuroyar Barnaverndartænastu, Sornhúsvegur 22, 800 Tvøroyri ella á teldupost adressu jonleyge@tvoroyri.fo  

Vit tilskila okkum rættin til ongan av umsøkjarunum at velja.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan og reina revsiváttan til vegar, áðrenn setanin verður framd.

Facebook viðmerkingar