Góðan dag, je skrivið vegna FFU (føroyskir fiskimenn uttanlands) har je ere formaður.
Um hetta skriv ger nakran mun vænti je ikki, men hugsi okur mugu hava onkran kommentar til skattaumleggjingina, okur skulu tross alt vera ein partur av fíggjingini.
Je fare at senda hetta skriv til fleire av tygom, bæði í samgonge og andstøðu.
Sjálvur mynstraði je sum dekkari fyrstu ferð 15 ára gamal, og have verið fiskimaður øll árini.
Je have silgt í 36 ár longe, og vónandi have je nogv ár afturat.
Je fór ungur til Norra og have nú silgt har í 31 ár, je má siga at je ere ómetaliga glaður fyri at je og nogvir við mer hava havt og hava hendan møguleika.
Eitt er vist, tað ere ikki kjansur til allar sjómennirnar sum sigla uttanlanda, í Føroyum.
Halde at samgongan ikki er klár yvur hvusse stóran týdning tað hevður fyre ogom og landið, at okur kunnu arb uttanlanda.
Og so at leggja út við tí at ogor mangla arbeiðskraft í Føroyum tí so nogv arbeiða uttanlands, ere je als ikki samdur í.
Hví spyr ongin eftur hvar ter yngri generatiónirnar ere og gera? Hvat arbeiðir vilja tey útføra?????
Í øðrum londum rundaum ogom, hava tey eisini seraskattaskipanir tá tey arbeiða uttanlands, hví skulu ogor ikki hava tað í Føroyum eisini?
Hví skal man niðurbróta nakað sum fungerar gott? Tað fer at geva bakslag, limur tosa longe um at ríma av landinum.
Hesi punkt koma at raka ogra limur í Norra.
154B frádráttur
Sjómannafrádráttur
Samdøgursfrádráttur
Je kann svara fyre mje, í nogv ár have je goldið góð 40% í skatt, um hesar broytingar koma gjøgnum, ja so komið je, og nogvir við mer, at gjalda 50% í komandi árið, og so fyri ikki at tosa um tá allir frádráttir ere vekk, kanska man táttur í 60% tá????
Hesar broytingar ere so ikki til at eggja sjómonnum at arbeiða og forvinna meir? Ella hvat????
Nei, um tygor endlia skule broyta nakað, so gere sømdirnar betri.
Hopi at hetta fer onkran av tygom at hugsa um ogum.
VH. Einar M Hammer.
Formaður FFU.
Facebook viðmerkingar