Á aðalfundi í Læknafelag Føroya leygadagin varð Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, vald til forkvinnu. Hon loysir Pál Weihe av, sum hevur verið formaður síðan 2014 og tí sambært viðtøkum felagsins ikki longur kundi halda fram. Undir Læknafelagnum eru trý fakfeløg: Serlæknafelagið, Kommunlæknafelagið og Felagið hjá Yngri Læknum. Hesi trý skiftast um at skjóta upp formann/forkvinnu.
Á viðheftu mynd ynskir fráfarandi formaður nýggju forkvinnuni tillukku við valinum. Viðheft eisini talan sum fráfarandi formaður helt.
Á aðalfundi varð gjørd soljóðandi stuðulssamtykt:
Vit vilja lýsa okkara stuðul til okkara starvsfelagar, sum arbeiða í krígsrakta økinum í Gazageiranum. Støðan er álvarslig, og sjúkrahús hava manglandi atgongd til reint vatn, mat, medisin, og fleiri sjúkrahús hava verið beinleiðis rakt av álopum.
Heimslæknafelagsskapurin hevur í einari fráboðan heitt á allar partarnar í konfliktini um at:
• Ikki brúka sjúkrahús ella heilsuhús sum hernaðarbasu ella -goymslu, og loyp heldur ikki á sjúkrahús ella heilsuhús og sjúkrabilar.
• Gev heilsustarvsfólki møguleika fyri at viðgera allar sjúklingar menniskjaliga og í samsvar við tey etisku virðini í teirra starvi
• Etablera humaniterar korridorar for at tryggja veiting av heilsuveitingum og humaniterum veitingum, sum eru neyðugar í Gaza.
Vit taka undir við boðskapinum hjá heimslæknafelagsskapinum og biðja staðiliga um, at tað verður steðgað við at bombardera sjúkrahús, soleiðis at okkara starvsfelagar kunnu fara trygt til arbeiðis, og at tey sivilu kunnu fáa ta læknahjálp, tey hava tørv á.
Læknafelag Føroya
Facebook viðmerkingar