Skrivstovufólk til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum skrivstovufólki at starvast 28 tímar um vikuna svarandi til brøk 0,7.

Sum skrivstovufólk í BHS, verða uppgávur tínar fjølbroyttar og fara m.a. at fevna um:
• bókhalds- og roknskaparuppgávur
• málsviðgerð
• vanligt skrivstovuarbeiði
• lønarviðurskifti
• dekka vaktir
• at luttaka í øðrum uppgávum hjá BHS eftir tørvi

Vit vænta, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella viðkomandi starvsroyndir
• royndir innan bókhald og roknskap
• góðan teldukunnleika og hug at læra nýggjar skipanir
• góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu
• góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Royndir innan bókhald og roknskap og kunnleiki til Búskaparskipan Landsins, Skjalahald og Office forritini kunnu vera ein fyrimunur. Somuleiðis kann kunnleiki ella útbúgving innan heilsufakliga yrki verða ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið. Starvið verður sett frá 1. desembur 2023 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran, Hanus Toftheyggj, á telefon 793501, ella á teldupostbústaðnum hanust@bhs.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Hanus Toftheyggj, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella til: bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist: 29. novembur 2023 kl. 12.00

Facebook viðmerkingar