Hetta starvið verður lýst leys at seta frá 1. Januar 2024
1 námsfrøðingur/stuðul í fast starv í sertilboðið okkara Lonin. Hetta starvið hevur lønarbrøk 0,85
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
– eru samstarvs- og virkisfús,
– eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við
– eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
– leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.
– duga væl at samstarva.
– Hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði
Førleikakrøv – námsfrøðingar
Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar, ella royndir innan skúlaøki.
Lønar- og setanartreytir – námsfrøðingar/stuðlar
Størvini sum námsfrøðingar/stuðlar eru sáttmálasett, og verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19, 21, 23 og 244
Barnaváttan krevst
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 10. des. 2023 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til:
Vágs Skúli
Vágsvegur 32
FO-900 Vágur
Ella í teldubrævi til: john.henrik.holm@skulin.fo
Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, John Henrik Holm tlf. 239330 ella til varastjóran, Anita Nysted tlf. 239334
Í Vágs Skúla ganga skúlaárið 2023/24 umleið 230 næmingar í 1.-10.flokki.
Í skúlanum arbeiða 35-40 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørður.
Vágs Skúli
Facebook viðmerkingar