Jólatræshald í 95 ár á Tvøroyri

SUNNUDAGIN 26. NOV KL. 16:00 VERÐUR JÓLATRÆIÐ Á TVØROYRI TENDRAÐ.
Formaðurin í mentanarnevndini, Bjarni Hammer, bjóðar vælkomin og nýggi sóknarpresturin, Hanus Pál Jógvansson, heldur røðu.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir og jólamenn koma við pakkum til børnini. Eisini verða bollar og heitt kakao at fáa.

TVØROYRI VAR, í 1928, FYRSTA KOMMUNA AT TENDRA JÓLATRÆ FYRI BORGARUNUM

Í samfull 95 ár hava borgarar í Tvøroyrar kommunu, og onnur, ið vitja býin tá, havt gleðina av at hava eitt vakurt prýtt jólatræ standandi í miðbýnum.

Av Tvøroyrar skjalasavni hava vit fingið at vita, at stutt eftir at Tvøroyri hevði fingið streym úr Botni í 1928, bleiv skipað fyri almennum jólatræshaldi – longu tá við el-perum á trænum, eins og í dag.

Tvøroyrar kommuna hevði árið framman undan, í 1927, keypt gomlu Doktarahúsini, tá doktarin flutti út í Kirkjubrekkuna.

Jólatræshaldið verður fyriskipað á júst sama staði, nú sunnudagin.

Umframt tað verður Jólamarknaður á Seglloftinum og Gamla Krambúðin hevur opið

Facebook viðmerkingar