Postkassin hjá jólamanninum

Í ár ber til hjá børnum í Vági at skrivað bræv til jólamannin.

Allan desemburmánað hongur ein reyður postkassi uttan fyri Miðlatún. Í hesum postkassa kunna børn senda brøv til jólamannin. Í brævinum kunna børnini skrivað, hvat teimum lystir til jólamannin. Tað kundi verið ein fitt søga, um eina hending, ein tekning ella kanska hvat ein ynskir sær í jólagávu. Og sjálvt um, at jólamaðurin veit, hvar øll børnini búgva, so er umráðandi, at børnini skriva bústaðin á brævið – tí hvør veit um jólamaðurin svarar aftur.

Fyri at tryggja, at brøvini koma vegin fram til jólamannin, so ber til at skrivað til jólamannin frá 27. novembur og til og við 15. desembur.

Facebook viðmerkingar