Ónskvøldið 6. desembur kl 20.00 verður bókaframløga í Miðlatúni, har Martin Næs kemur at tosa um bókina “SANNA DAHL”.
Ævisøguna um SANNU DAHL hava feðgarnir Martin og Flóvin þór Nygaard Næs skrivað.
Søgan er um gentuna úr Vági, ið nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld og sum seinni var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.
Bókin um Sannu er samstundis ein lýsing av, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg seinastu hundrað árini, bæði hvat viðvíkur mentan, útbúgving, samferðslumøguleikum, sjúkrahúskervi og tøkni.
Søgan er kryddað við persónligum frásøgum, millum annað um spentar støður uttanlands undir 2. heimsbardaga og um sjaskutar túrar við doktarabáti í Norðoyggjum. Ævisøgan er skrivað eftir samrøður við høvuðspersónin, men byggir eisini á tað rúgvusmikla brævasamskiftið, sum Sanna hevði við familjuna.
Í sambandi við útgávuna verður almenn bókaframløga í Miðlatúni í Vági ónskvøldið 6. desembur, 2023, kl. 20. Kirkjukórið Ljómur luttekur við sangi.
Bókin fæst til keyps fyri kr. 398,-
Facebook viðmerkingar