Tórskvøldið 21. desembur verður skipað fyri hugnaligari jólakonsert í Vágs kirkju, har framførslur og sálmasangur við góðum gomlum kendum sálmum kemur at mynda kvøldið.
Tað verða fleiri kendir tónleikarar og sangarar, ið koma at framføra, og eru teir Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen, Rúni í Lágabø, Evi Tausen, Gudmund Larsen, Hans Jacob Hjelm og Bergur Gudmundsen.
Umframt framførslurnar, so verður eisini felagssangur, har kendir eldri føroyskir jólasálmar verða sungnir. Konsertin byrjar klokkan 19.00.
Facebook viðmerkingar