Í dag, 21. desembur, fyllir Bireta Hansen í Havn 80 ár.
At hon er einnevnd, hevur sína søgu. Danski presturin hugsaði um «Merete» á
donskum. Tí fekk hon navnið Bireta.
Bireta er dóttir Alfridu og Palla í Tøðuni í Vági. Hon vaks upp á Brekkubø, triðeldst av 5 systkjum. Hergerð, sum doyði í fjør, var eldst. Páll gongur á 84. ári. Henrikka og Arnfinnur eru yngru systkini.
Sum aðrar gentur tá í tíðini, arbeiddi hon í fiski á Gørðunum.
Ringu tíðirnar í 1950 árunum gjørdu, at báði menn og kvinnur leitaðu sær til Íslands. Minnilig var ferðin av Vági í januar mánaði 1960 í himmalsins ódnarveðri við trolaranum ”Pétur Thorsteinsson”. Tey fóru í Bildudal á Vestfirðum at arbeiða.
Um somu tíð gekk ein línubátur úr Sandgerði burtur við 10 monnum…
Um heystið sluppu tey heim aftur við ”Vágbingi”, sum hevði verið ein ísfiskatúr
undir Íslandi. Nú var hon arbeiðisgenta í nøkur ár. Fyrst hjá Kaju og Ásbjørn. So hjá Annu og Oluf Simonsen.
Síðan fór Bireta at arbeiða á telefonstøðini í Vági. Seinri flutti hon til Havnar og fór á telefonstøðina har at arbeiða.
Eitt árið, 1964, var hon í Føringahavnini. Har hitti hon – eins og mong onnur – sín
hjúnafelaga, Suna Jensen av Sandi. Tey fingu synirnar Óla Hans og Jógvan Páll.
Skjótt fóru tey tó hvør til sítt.
Seinri giftist hon við Ernst Hansen úr Nólsoy. Hann fór tíverri alt ov tíðliga úr
hesum heimi.
Eftir mong ár á telefonstøðini í Havn fór Bireta at starvast hjá Statoil. Har arbeiddi hon til pensiónsaldur. Hesi seinru árini helt hon saman við Magna Petersen úr Sandavági, ið var einkjumaður.
Bireta og heim hennara í Havn hevur verið tilhald hjá allari familjuni, børnunum
og vinfólki úr Vági. Har hevur sanniliga verið hjartarúm og opið hús til denna
dag. Hennara ekstroverta lyndið hevur savnað øll – báði stór og smá – undir
sínar veingir (”hot wings”). Ikki minst hennara ommu- og langommubørn kunnu sanna, at eingin er sum Biretu-omman!
Okur ynskja tær hjartaliga til lukku við 80 ára degnum og Harrans signing í komandi tíðum, nú sólin er komin vestur á luftina.
Systkini
Facebook viðmerkingar