Í samband við nýggju inniróður lógina hjá Róðrarsambandinum er sett ein úttøkunevnd at velja teir rógvarar, sum skulu umboða Føroyar á inniróður landsliðnum, at kappast í uttanlanda kappingum.
Í úttøkunevndini sita Magnus Norberg, Kristian Linklett Mortansson, Jakup Joensen og landsliðsvenjarin, Sarita Kristinu Hansen.
Nevndin hevur úttikið juniorrógvarar, sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar, har kappast verður um danmarksmeistaraheitið í innirógving.
Róðrarsambandið ynskir øllum rógvarum bestu eydnu og takkar øllum, sum hava luttikið í heimligu kappingunum í heyst.
Næsta heimliga inniróðurkapping verður 9. mars 2023 í Høllini við Streymin, har kappast verður um Gran Prix- og FM-heitini.
Úttikin at umboða Føroyar til DM 20. januar 2024 eru:
U13 Gentur – Sirið Helena Agarsdóttir, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
U13 Dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag
U14 Gentur – Olivia Mortensen, Vágs Kappróðrarfelag
U15 Gentur – Vár Fróðadóttir, Róðrarfelagið Tindur
U15 Gentur – Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur
U15 Dreingir – Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur
U16 Dreingir – Jónas Glerfoss Hansson, Róðrarfelagið Tindur
U18 Dreingir – André Johannesen, Róðrarfelagið Tindur
EM og HM verður í Prag, Tjekkía 23. og 24. februar. Úttøkan av rógvarum til hesa kappingina er ikki endaliga komin uppá pláss enn.
Facebook viðmerkingar