Sumbiar skúli er minsti skúli í Suðuroynni
Skúlaárið 2023/24 er samlaða talið á næmingum í fólkaskúlanum 7.020, og teir ganga í 39 fólkaskúlum kring landið. Harafturat eru 167 næmingar, sum ganga í teimum trimum frískúlunum.
Næmingatalið í fólkaskúlunum er frá tveimum næmingum í Húsar/Syðradals skúla í minsta skúlanum, til 776 næmingar í størsta skúlanum, ið er Skúlin á Fløtum.
Í fólkaskúlunum í Suðuroynni eru tað skúlaárið 2023/24 tils. 579 næmingar, sum ganga í fimm ymiskum skúlum. Tann minsti er Sumbiar skúli við 33 næmingum og tann størsti er Vágs skúli við 223 næmingum.
Vágs skúli 223 næmingar
Tvøroyrar skúli 207 næmingar
Porkeris skúli 36 næmingar
Hvalbiar skúli 80 næmingar
Sumbiar skúli 33 næmingar
Verður farið aftur í tíð, so vóru fleiri fólkaskúlar í Suðuroynni. Millum annað var fólkaskúli á Leiti, í Hovi, í Fámjin og í Sandvík. Broytingar í fólkatalinum og av somu orsøk eisini í næmingatalinum hava ført við sær, at hesir skúlar gjøgnum árini eru niðurlagdir og børn úr nevndu økjum eru farnir í fólkaskúla í grannabygdum.
Facebook viðmerkingar