Nógv minnast aftur á óalmenna innandura FM í fótbólti, sum vóru í Vági í fleiri ár á rað fyrst í 1990árunum. Kappingarnar drógu fólk til sín úr øllum landinum, sum kom til Suðuroyar til ítrótt og hugna. Leygardagin verður so aftur stór innandurakapping í fótbólti í Vágs Høll fyri aldursbólkarnir kvinnur eldri enn 35 ár, menn eldri enn 35 ár og menn eldri enn 45 ár.
Undirtøkan er góð og fara 115 fótbóltsleikarar á 17 liðum at spæla innandura fótbólt í Vágs Høll leygardagin.
Kappingin byrjar kl. 10.30 og finalurnar verða kl. 15.30.
Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir í Vágs Høll at hyggja og heppa. Við inngongdina verður sett upp bússa, har tilber at stuðla Eydnudeildini.
Aftaná kappingina savnast luttakarar í VB-húsinum til ein betri bita og hugna.
Facebook viðmerkingar