Í fleiri ár hevur verið arbeitt við ætlan um at fáa sett á stovn Hjálparfólkaútbúgving á Skúladeplinum í Suðuroy. Hetta varð nevnt í áliti frá 2011 um Gagnnýtslu av Skúladeplinum í Suðuroy. Og nú er so greitt, at Hjálparfólkaútbúgvingin byrjar í januar 2019.
Í samband við sáttmálasamráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og KAF og Pedagogfelagið varð eisini avtalað, at farast skuldi undir Hjálparfólkaútbúgving til hjálparfólk á dagstovnaøkinum.
Kommunurnar í Suðuroynni vóru á fundi við landsstýrið í januar og nevndu tá eisini, at tað var nærlagt, at hendan útbúgvingin varð skipað við Skúladepilin í Suðuroy. -Og er hetta eisini eitt av fleiri átøkunum, sum kommunustýrini í Suðuroynni á felags fundum hava arbeitt við, sum skal skapa menning í Suðuroynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.
Í Degi & Viku tórskvøldið segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, at arbeiðið við at skipa Hjálparfólkaútbúgvingina var farið ígongd og ætlanin er at útbúgvingin byrjar í januar 2019.
Hetta eru sera góð tíðindi fyri Suðuroynna. Nýggj skúlatilboð verða við hesum skapt og eisini fleiri størv til útbúgvin fólk. Og við tað, at hjálparfólk úr øllum landinum koma at taka útbúgvingina, so fer hetta eisini at skapa ringvirkningar á øðrum økjum.
Facebook viðmerkingar