Leitingin eftir tveimum saknaðum monnum, sum vóru við Kambi, ið sakk týsdagin, er nú avblást, og menninir roknaðir sum sjólátnir
Brimil og Tjaldrið hava leitað fram til kl. 19 leygarkvøldið, men hava einki funnið.
Eisink hevur eitt Challenger-flogfar hjá donsku loftverjuni flogið yvir økinum íseinnapartin fríggjadagin, og haðani sást heldur einki.
Brimil og Tjaldrið eru á leiðini vestanfyri Suðuroynna og Sandoynna, men skipað leitingin er steðgað.
Facebook viðmerkingar