11. desember í 1942 fór ein stór konvoy av skipum, tilsamans 53 skip og 14 krígsskip, sum verja hjá konvoy’ini, úr Skotlandi. Kósin var sett ímóti Gibraltar og skuldi konvoy’in stuðla innrásini hjá teimum sameindu í Norðurafrika.
Millum skipini var norska tangaskipið Vardefjell, sum var 143 m. langt. Manningin taldi 41 mans.
Tveir dagar eftir fráferðina úr Skotlandi hoyrist stórt buldur umborð Vardefjell. Manningin helt, at teir vórðu álopnir og raktir av torpedo frá týskum kavbáti. Men veruleikin var ein annar. Vardefjell var við at brotnaði í tvey.
Orsaka av krígsstøðuni og trygdini, so ber ikki til hjá konvoy’ini at steðga á. Vardefjell brotnar í tvey. Forskipið søkkkur. Bakskipið rekur runt í Norðuratlantshavið. Jólaaftan 1942 verða teir, sum eftir eru av manningini á Vardefjell, bjargaðir útfyri Vágsfjørð.
Lesið søguna um Vardefjell og dagarnar í desember í 1942 her.
Facebook viðmerkingar