Lógir felagsins áseta, at nevndin skal skipa seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin. Formaðurin er valdur beinleiðis av aðalfundinum.
Á aðalfundinum 3. mars var Jógvan Philbrow afturvaldur sum formadur í 3 ár uttan mótvalevni. Nikkil Heinesen varð eisini afturvaldur sum nevndarlimur, ímeðan Gunnvá Akraberg Hansen er nývald í nevndina fyri Irdi Gaardlykke. Elin N. W. Tausen og Halgerð Jacobsen stóðu ikki fyri valið
Nevndin í Føroya Pedagogfelagid hevur skipa seg soleiðis:
Jógvan Philbrow, formaður
Elin N. W. Tausen, næstforkvinna.
Nikkil Heinesen, skrivari.
Halgerð Jacobsen, orðstýrari.
Gunnvá Akraberg Hansen, nevndarlimur.
Tordis Streymoy, 1. tiltakslimur
Valborg Hammer, 2. tiltakslimur
Annilisa Davidsen, 3. tiltakslimur
Nevndin hevur eisini avgjørt, at Elin skal umboða nevndina í A&U-grunninum og at Nikkil skal umboða felagið í NLS-sektorfundunum.
Facebook viðmerkingar