Tilsamans 41 umsóknir um granskingarstuðul vóru komnar inn, tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti hósdagin 15. februar kl. 12. Tað vóru 6 fleiri enn í fjør.
15 av umsóknunum vóru til ph.d.-verkætlanir. 25 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 16 eru menn.
Tilsamans verður søkt um góðar 38,6 mill. kr. Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er 1,5 mill. kr. meira enn undanfarin ár.
Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 2,5 mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár.
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.
Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar. Umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.
Facebook viðmerkingar