Forfólkaskifti í Føroya Pedagogfelag

Sanna á Løgmansbø er nýggj forkvinna, og nýtt fólk er eisini komið í teir nevndarsessirnar, sum stóðu fyri vali

Tað eru nógv nýggj andlit í oddinum í Føroya Pedagogfelag eftir aðalfundin í gjár. Tað gjørdist greitt, tá úrslitini av forfólka- og nevndarvalunum blivu avdúkað á aðalfundinum í gjár.

Sanna á Løgmansbø er nýggj forkvinna í felagnum. Hon vann við 1.093 atkvøðum ímóti 255 á Jógvani Philbrow, ið hevur verið formaður seinastu níggju árini. Tilsamans hevur hann sitið í 19 ár sum fyrst nevndarlimur, næstformaður og síðan formaður í felagnum.

Eisini í nevndini blivu nýggj fólk vald inn í teir báðar sessirnar, sum stóðu fyri valið. Nývald eru Katrin Helgadóttir og Beinta Klakstein, sum koma í nevndina í staðin fyri Nikkil Heinesen, ið fall, og Anniku Østerø, ið ikki stillaði upp aftur.

Sæbjørn Johannesen, sum er fyrstvalda varafólk, fær eisini beinanvegin sæti í nevndini. Tí sessurin hjá Valbjørg Heradóttir Hammer, sum fór úr nevndini í ótíð, stendur ikki fyri vali fyrr enn næsta ár. Síðan hon fór úr nevndini beint eftir nýggjár í fjør, hevur Harald Joensen, ið var varalimur, røkt sessin. Hann stillaði eisini upp til nevndina hesa ferð, men bleiv ov stuttur.

Nýggja nevndin í Føroya Pedagogfelag sær tískil soleiðis út eftir aðalfundin: Sanna á Løgmansbø, forkvinna, Gunnvá Akraberg Hansen, Katrin Helgadóttir, Beinta Klakstein og Sæbjørn Johannesen. Sæbjørn Johannesen kom beinleiðis í nevndina sum fyrstvalda varafólk og næstur í røðini er Nikkil Heinesen.

Nevndin skipar seg við næstforfólki og skrivara á sínum fyrsta nevndarfundi.

Facebook viðmerkingar