Tjóðveldi: Uppskotið fer yvir tíð at spara landinum, tað vil siga skattgjaldaranum, hundraðtals milliónir.
Bjørt Samuelsen, løgtingsfokvinna hevur í dag saman við formansskapinum lagt fram uppskot um at avtaka sera lukrativu tænastumannapensjónina hjá tingfólki og flyta yvir í eina meira vanliga eftirlønarskipan.
Uppskotið mælir ikki til nakra lønarhækking, men fylgir annars í stóran tilmælunum frá einum óheftum lønarbólki, sum gav tingforkvinnuni eitt álit í februar.
Størsta broytingin í mun til galdandi lóg er, at farið verður frá verandi tænastumannaeftirløn við serstøkum treytum, til eina eftirløn, har tingfólk fáa upp til 15% í eftirløn.
Nývald tingfólk fara at fáa 15% í eftirløn, ímeðan núverandi tingfólk fara at fáa millum 0% og 15% í eftirløn alt eftir hvussu nógv tey longu hava vunnið sær eftir galdandi pensjónsskipan.
Eftirlønaraldurin fer at fylgja fólkapensjónsaldrinum, eins og hjá øðrum.
Hóast hetta málið er tikið fram meira enn einaferð áður, er tað endað í aftur skuffuni. Men hesaferð, við Bjørt Samuelsen í løgtingsforkvinnusessinum, fór tað ikki í skuffuna at bíða til onkran annan at taka sær av.
Tjóðveldi fegnast um at hetta uppskotið nú er lagt fram. Væl arbeitt.
Uppskotið kann lesast her
Facebook viðmerkingar