Tvøroyrar kommuna hevur sett Gilla Rólantsson Sørensen í starv sum húsavørður við Stórá, nú Anton Øster, ið hevur røkt starvið seinasti 10 árini gevst fyri aldur.
Gilli er 31 ára gamal og trongisvingur av uppruna. Fólk flest kenna tó einamest Gilla frá avrikunum á fótbóltsvøllunum í Føroyum og uttanlands. Hann er ein av royndastu landsliðsleikarunum í Føroyum og yrkisleið hansara í fótbólti, hevur ført hann til bæði Skotlands, Danmarkar og Noregs.
Tvøroyrar kommuna ynskti ein persón í starvið, sum skal -umframt at røkja økið við Stórá-, eisini vera við til at økja enn meira um ítróttarvirksemið í góðu karmunum í kommununi. Og karmarnir við Stórá, saman við stóru ítróttarhøllini í Trongisvági eru millum bestu ítróttardeplar í Føroyum. Kommunan ynskir, at hesir deplar verða mentir enn meira, við enn meira virksemið til frama fyri børn, ung og vaksin í Tvøroyrar kommunu í ítróttar høpi.
Samstundis vil Tvøroyrar kommuna hjartaliga takka Anton Øster, fyri trúgva tænastu. Síðan Ítróttardepilin lat upp í 2012, hevur Anton við nærlagni og kærleika til økið, røktað starvið á fyrimyndarligan vís. Ítróttardepilin við Stórá sær í dag út, eins og tað gjørdi, tá tað lat upp – her er farin fram ein serstakliga góð røkt, og kann Tvøroyrar kommunu við stoltleika framhaldandi bjóða sínum borgarum, tær allar bestu umstøður at íðkað ítrótt.
Tvøroyrar kommuna sær fram til eitt gevandi samstarv við Gilla, ið verður ynsktir vælkomin heim, samt bestu ynskir í starvinum.
Tvøroyrar kommuna
08.03.2024
Facebook viðmerkingar