Mánadagin 8. apríl skipar Vágs Kommuna fyri vinnudegi, ið er ætlaður vinnulívinum í Vági og samstarvsfelagar.
Dagurin fylgir sama leisti sum undanfarnir vinnudagar. Byrjað verður við einum miðmála á Garðslon. Aftaná bjóðar Bjarni Johansen, borgarstjóri, vælkomin og síðani verða tríggjar áhugaverdar framløgur á skrá. Í millum seinnu framløgurnar bjóðar kommunan ein drekkamunn, og tá framløgurnar eru lidnar, er høvið til prát og netverkan.
Framløgurnar í ár standa Diana Leo, Súsanna Berg og Durita F. Augustinussen fyri. Vágbingurin Diana Leo kemur at greiða frá hennara yrkisleið og arbeiðið sum technical & operations manager hjá NSMP. Diana kemur eisini at hugleiða um hvørji rák eru innan orkuvinnuna og vinnumøguleikar í Vági og á Vágs Havn. Eftir Dianu kemur Súsanna Berg, ið er ráðgevi í burðardygd á Vinnuhúsinum, at greiða frá hvussu fyritøkur skjalprógva hvussu burðardyggar tær eru og m.a. kemur at umrøða burðardygd úr einum føroyskum høpi. Síðstu framløguna stendur Durita F. Augustinussen fyri. Durita kemur at greiða frá um arbeiðsvirðini hjá ættarliðunum X, Y og Z, hvussu hesi virðir hava broytt seg og harvið hvat arbeiðsgevarar/marknaðurin má fyrihalda seg til.
Vinnudagurin er ókeypis fyri fyritøkur í Vági, meðan samstarvsfelagar og onnur áhugaði kunnu tekna sjeg til vinnudagin. Luttøkan fyri fyritøkur og samstarvsfelagar uttanfyri Vág kostar 400 kr. Vinnudagurin er mánadagin 8. apríl millum klokkan 12.00 og 15.00. Eftir klokkan 15.00 er netverkan og prát. Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til info@vagur.fo í seinasta lagi 4. apríl 2024.
Facebook viðmerkingar